Magnus 24.23 og danskur meistari í 50 rygg

Magnus Jákupsson vann fyri løtu síðani gull á DM á stuttgeil 2017, tá ið hann í 50 metra ryggsvimjing svam teinin uppá 24.23 sekund. Hetta var skjótari enn tá ið hann við 24.54 vann gull í somu grein í fjør, men tó eitt sindur frá hansara danska meti á 23.84, og EM-kravtíðini 23.80.

Magnus hevur nú 4 ár á rað vunnið DM-gull í 50 rygg á stuttgeil – við 24.86 í 2014, 24.25 í 2015, 24.54 í 2016 og nú 24.23 í 2017.

Ger viðmerking