Heiðursmerkir eisini sunnumorgun á Køge Open 2017

Tey eru í ferð við at avgreiða síðstu innleiðandi riðlar á Køge Open 2017, har summar kappingar samstundis verða avgjørdar sum beinleiðis finalur. Og aftur í morgun vinna føroyingar heiðursmerkir, bæði i Køge og Herfølge.

Bjarti Ludvig bronsu í 25 firvald

Køge

Í 800 frí fyri menn vann Óðin Jákupsson úr Havnar Svimjifelag bronsu, við tíðini 9:20.57. Hetta í aldursbólkinum 1919-2005, har hann er føddur í 2002.

Í 200 blandað fyri kvinnur vann Sólvá A. Sigurðsson úr Ægir silvur, við tíðini 2:32.94. Hetta í aldursbólkinum 1919-2002, har hon er fødd í 2002.

Herfølge

Í 100 bringu fyri dreingir vann Andreas Debess (2006) úr Suðuroyar Svimjifelag silvur við 1:44.25. Hetta í aldursbólkinum 2006-2018.

Andreas Debess silvur í 100 bringu

Í 25 firvald fyri dreingir vann Bjarti Ludvig (2006) úr Suðuroyar Svimjifelag bronsu við 18.66. Hetta í aldursbólkinum 2006-2018.

 

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.