Sólvá 2:50.38 og gull í 200 bringu á Køge Open 2017

Sólvá A. Sigurðsson megnaði at vinna sær eitt gullheiðursmerki í 200 metra bringusvimjing fyri kvinnur árgang 2002 og eldri, tá ið tann kappingin varð avgreidd á Køge Open nú í morgun. Hetta við tíðini 2:50.38, har hennara persónliga met er 2:46.04 frá FM í síðstu viku. Ikki so galið hjá Sólvá, nú hon sum árgang 2002 var millum tær yngstu í hesi kapping. Sólvá svimur fyri Ægir í Klaksvík.

Ger viðmerking