Óli 15:12.12 og silvur á DM á stuttgeil 2017

Tey hava akkurát avgreitt skjótasta riðil í 1500 metra frísvimjing, á DM á stuttgeil 2017 í Greve, og megnaði Óli Mortensen har at vinna eitt silvurheiðursmerki, í spennandi dysti ímóti Alexander Aslak Nørgaard úr Birkerød.

Tað var annars Óli sum førdi fyri tað mesta, aftaná at tveir á uttargeilunum høvdu ført fyrstu 200 metrar. Men, hesin Alexander hekk væl í Óla, sum teir svomu har á geilum við síðuna av hvørjum øðrum,  so at munurin ongantíð gjørdist avgerandi stórur.

Ímóti endanum hevði Óli fingið sær eitt glopp á kanska hálvt sekund, sum merkir at hin enn var har undir liðini á honum, áðrenn Alexander setti spurtin inn frá tá ið umleið 1400 metrar vóru svomnir.

Tá ið floyturnar hoyrdust við 1450 metrum, var tað tí nú Alexander sum førdi við umleið hálvum sekundi – og so varð av álvara spurtað, til kappingin endaði við at Alexander vann við 15:12.08, frammanfyri Óla á 15:12.12.

Fýra hundraðpartar á muni millum gull og silvur, í einum 1500-metri !

Góð kapping, og hesin Alexander var so ruddiliga undir EM-kravtíð eisini, so at hann afturat Óla er á veg til eisini hesa stevnu í desember. Kravtíðin hjá dønum er 15:19.60 í hesi grein.

Tíðin 15:12.12 er hin næstbesta hjá Óla, nakrantíð, har hin besta er 15:10.09 frá HM í Doha í 2014.

Ger viðmerking