Magnus 52.77 og danskur meistari í 100 rygg

Danir avgreiddu fyri løtu síðani finaluna í 100 metra rygg á DM á stuttgeil 2017, og megnaði Magnus Jákupsson har at endurvinna sítt danska meistaraheiti.

Hetta við tíðini 52.77 frammanfyri Gustav Friberg á 52.99 og turkiska Iskender Baslakov á 53.31. Persónliga metið hjá Magnusi er 51.75 í hesi grein, frá DM á stuttgeil í 2013.

Kravtíðin hjá dønum til EM er 52.45 í hesi grein, men bilar tað kanska ikki so nógv, nú Magnus fyrradagin kvalifiseraði seg í 100 blandað.

Ger viðmerking