Heiðursmerkir til føroyingar í Køge eisini

Svimjistevnan Køge Open 2017 byrjaði í gjárkvøldið, við innleiðandi riðlum og nøkrum beinleiðis finalum eisini. Og her megnaðu Kristina Skála úr Havnar Svimjifelag og Alisa Vestergård úr Suðuroyar Svimjifelag at vinna hvør síni tvey heiðursmerki.

Kristina vann gull í 200 metrar rygsvimjing, við at svimja ta greinina uppá 2:38.44, greitt frammanfyri nummar tvey sum var Amalie Jensen úr Hvidovre á 2:46.50. Hetta var í aldursbólkinum 2005-2006.

Alisa vann silvur í somu grein, nú í aldursbólkinum 2003-2004, við tíðini 2:28.29 aftanfyri Katju Skovdal Lorentzen úr Køge á 2:25.24, men frammanfyri triðskjótastu Benedicte Them Jensen úr Køge á 2:32.28.

Kristina vann hartil bronsu í 200 frí, við at svimja 2:27.98 aftanfyri Livu Lund Hansen úr Vallensbæk á 2:24.07 og Cille Kirketerp úr VAT á 2:25.71.

Og Alisa vann bronsu eisini í 200 frí, við at svimja 2:13.11 aftanfyri Nayu Modin Thomsen úr Køge á 2:06.63 og Caroline Gøttrup Bagge á 2:13.08. Tíðin hjá Nayu var stevnumet í viðkomandi aldursbólki.

Sostatt í øllum førum 1 gull, 1 silvur og 2 bronsur til føroyingar á Køge Open 2017. Í morgun fara tey undir at kappast bæði í Køge og Herfølge, og kappast so annars fram til og við í annaðkvøld.

Ger viðmerking