Heiðursmerki í Herfølge eisini

Nú í morgun byrjaði kappingin fyri yngsta aldursbólkin á Køge Open 2017, sum fyri tað mesta svimja í nærliggjandi Herfølge svømmehal. Og um úrslitatænastan er røtt, so vóru tey fleiri føroyingar sum vunnu sær heiðursmerki har.

Í 25 rygg fyri gentur vann Viktoria Olsen úr Suðuroyar Svimjifelag gull, við at svimja teinin uppá 21.41 sekund. Hetta í aldursbólkinum 2007 og yngri.

Í 25 rygg fyri dreingir vann Bjarti Ludvig gull og Tóti Christiansen bronsu, báðir úr Suðuroyar Svimjifelag. Hetta í aldursbólkinum 2006 og yngri.

Og í 4×50 blandað fyri dreingir vann liðsvimjingin hjá Suðuroyar Svimjifelag bronsu í aldursbólkinum 2006 og yngri. Teir fýra sum svumu vóru Tóti Christiansen (rygg), Andreas Debess (bringu), Bjarti Ludvig (firvald) og Jóannes Clementsen (crawl).

Annars drama í 100 rygg fyri dreingir, har heilir tríggir føroyingar vórðu kolldømdir fyri “efb. v. 50” (á búkinum í vending?). Væl møguligt ein munur á hvussu hart tað har verður dømt, í Danmark í mun til í Føroyum.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.