Góð útlit fyri heiðursmerki til Óla og Magnus á DM á stuttgeil, seinnapartin

Teir báðir Magnus Jákupsson og Óli Mortensen liggja væl fyri til at taka heiðursmerki, nú seinnapartin, tá ið finalurnar verða avgreiddar á DM á stuttgeil 2017 í Greve.

Magnus hevur fjórbestu tíð frá innleiðandi 100 rygg í morgun, har hin næstskjótasti tó ikki er við í stríðnum um DM-heiðursmerki, við tað at hann er ‘gestasvimjari’ á vitjan úr Turkalandi.

Óli hevur næstskjótastu tilmeldingartíð í 1500 frí, við 15:14.46 aftanfyri Alexander Aslak Nørgaard úr Birkerød við 15:13.54. Her setti Óli kunnugt stórt persónligt met í 800 frí, hósdagin, meðan Alexander ikki svam tann teinin.

Finalurnar byrja klokkan 17:00, danska tíð, sum er klokkan 16:00 her í Føroyum. Danir stroyma kappingina her á LiveTiming.dk, har 100 rygg er fjórða kapping í skránni fyri í dag, og 1500 hin sætta.

Mynd av Facebook-síðuni hjá Svømmesport

Ger viðmerking