Føroysk heiðursmerki eisini leygarkvøld á Køge Open 2017

Føroyingar gjørdu vart við seg aftur í kvøld á Køge Open 2017, nú fyrsta veruliga finaluumfar varð avgreitt. Tilsamans vunnu tey eini 4 silvurheiðursmerki og 3 úr bronsu, hendan finalupartin.

Í 50 firvald fyri gentur vann Elisabeth Erlendsdóttir úr Havnar Svimjifelag silvur í aldursbólkinum 2005-2006, og Alisa Vestergård úr Suðuroyar Svimjifelag silvur í aldursbólkinum 2003-2004. Elisabeth svam 31.73 og Alisa 30.11.

Í 100 rygg fyri gentur vann Kristina í Skála úr Havnar Svimjifelag bronsu í aldursbólkinum 2005-2006, og Alisa Vestergård úr Suðuroyar Svimjifelag bronsu í aldursbólkinum 2003-2004. Kristina svam 1:13.81 og Alisa 1:10.75.

Í 100 rygg fyri dreingir vann Bartal Debess úr Suðuroyar Svimjifelag silvur í aldursbólkinum 2002-2003, við tíðini 1:04.79.

Í 50 bringu fyri dreingir vann Andreas Debess úr Suðuroyar Svimjifelag bronsu í aldursbólkinum 2006 og yngri, við tíðini 47.77.

Í 100 frí fyri gentur vann Alisa Vestergård úr Suðuroyar Svimjifelag silvur í aldursbólkinum 2003-2004, við tíðini 1:00.88.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.