Frans 4:14.41 og danskur meistari í 400 blandað

Frans Johannessen vann í kvøld gull á DM á stuttgeil 2017, tá ið hann í finaluni svam teinin í tíðini 4:14.41. Alvi Hjelm varð nr 4 í tíðini 4:20.69.

Tíðin hjá Frans var nakað væl frá fantomtíðini í morgun, tá ið hann svam 4:08.93 og greitt undir EM-kravtíðina hjá dønum á 4:14.38. Nú í kvøld var tað so næstan kravtíð aftur.

Tíðin hjá Alva var øgiliga nær hansara persónliga meti á 4:20.43 frá FM á stuttgeil fyri viku síðani.

Ger viðmerking