DM-K 2017: Alvi og Frans í A-finalu í 400 blandað

Tey eru nú í gongd við næsta dag á donsku meistarastevnuni á stuttgeil 2017, har Alvi Hjelm og Frans Johannessen fyri løtu síðani royndu seg í innleiðandi 400 blandað. Og tað gekk bara væl – báðir komu víðari til besta riðil í kvøld, Frans eftir enntá við risa persónligum meti.

Alvi svam triðskjótast í fyrra innleiðandi riðli, 4:25.91 aftanfyri Mikkel Gadgaard á 4:20.00 og Frederik Rindshøj á 4:22.59. Tað sá út til at vera ‘stille og roligt’ hjá Alva, har hann fyrstu 100-200 metrar lá sum nummar 4 ella 5, og so arbeiddi seg fram til eitt triðjapláss.

Besta tíð hjá Alva er 4:20.43, frá FM á stuttgeil í síðstu viku. Pál Joensen eigur føroyska metið á 4:18.97, frá HS-stevnu í apríl 2012.

Og í síðsta riðli svam Frans Johannessen so klárt skjótast av øllum, 4:08.93 frammanfyri Jacob M. Jørgensen á 4:19.77 og Magnus B. Høgild á 4:28.79. Hetta er eftir øllum at døma stórt persónligt met hjá honum, í mun til hansara 4:15.65 frá DM fyri lið í 2013.

Kravtíðin hjá dønum er 4:14.38 í hesi grein, og Frans var tí so syngjandi undir hesa. Kravtíðin hjá føroyingum er 4:19.14, men endaði kravtíðarskeiðið har við FM á stuttgeil 2017.

Harvið eru bæði Alvi og Frans víðari til A-finaluna í kvøld, Alvi við fimtbestu tíð og Frans við greitt skjótastu tíð av øllum.

úrslitalistan her

 

Ger viðmerking