FINA kunngjørt rættaðar kravtíðir til Hangzhou 2018

Altjóða svimjisambandið FINA kunngjørdi í dag nakrar rættingar til kravtíðirnar til HM á stuttgeil 2018, sum verður í Hangzhou í Kina frá 3. til 8. desember 2018. Sí viðfesta memo, har rættaðu tíðirnar eru frámerktar við gulum.

Í verandi løtu hava Óli og Signhild klárað kravdu tíðir.

Rættingarnar eru bestemt ikki óviðkomandi fyri okkum, við tað at serliga tær á 1500-metra-teininum hjá monnum nú eru linkaðar nógv. Frá 14.59.72 til 15:20.42 um vit bara luttaka við éinum svimjara í hesi grein, og frá 14:29.29 til 14:49.29 um vit luttaka við tveimum. Sí nú strikaða memo.

Talan er um eina nýggja kravtíðarskipan til HM á stuttgeil, sum tó er lík henni til HM á langgeil, har kravtíðirnar skulu klárast á serliga góðkendum stevnum, og har limalondini tó eisini hava møguleika at taka út eyka svimjarar, upp til og við 2 kvinnur og 2 menn.

Kravtíðarskeiðið er frá 1. august 2017 til 22. november 2018, og hava fylgjandi føroyskir svimjarar í verandi løtu klárað kravtíð, innanfyri hetta tíðarskeið:

  • Óli Mortensen (1996), Havnar Svimjifelag
    – 3:49.92 í 400 frí (FINA B-krav 3:51.93)
  • Signhild Joensen (2000), Ægir
    – 2:10.31 í 200 rygg (FINA B-krav 2:11.64)

Ger viðmerking