Signhild 1:01.32 og føroyskt met í 100 rygg

Signhild Joensen setti í morgun føroyskt met og juniormet í 100 metra ryggsvimjing á stuttgeil, tá ið hon á Ægir-stevnuni í Klaksvík svam teinin uppá 1:01.32. Hon átti sjálv metini á 1:01.39, frá tá ið hon vann gull á FM á stuttgeil í mars mánaða. Tíðin er væl undir kravtíðina til NM 2017 á 1:04.38, og eisini nær kravtíðini til EM á stuttgeil 2017 á 1:00.93.

 

Ger viðmerking