Óli 3:49.92, næstskjótast og persónligt met í 400 frí á DM fyri lið

Óli Mortensen svam í dag eina klassatíð á donsku meistarastevnuni fyri lið, tá ið hann í 400 frí svam 3:49.92 og 786 FINA stig, júst afturkomin av 3 vikurs hæddarlegu í Sierra Nevada. Einasti maður sum var skjótari enn hann, var føroyski Frans Johannessen sum svimur fyri Danmark, ið svam 3:48.01.

Pál Joensen eigur føroyska metið á 3:40.12, frá tá ið svomið varð í sokallaðum ‘superdraktum’ á HM á stuttgeil í Istanbul í 2009. Besta tíðin hjá Óla var 3:50.03 áðrenn hetta, frá tá ið hann í oktober í fjør vann bronsu í greinini á Swedish Swim Games 2016 í Upplands Väsby.

Alvi Hjelm royndi seg eisini á DM fyri lið í dag, og varð har nr 8 í 200 blandað við 2:06.12 og 656 FINA stigum, og nr 7 í 200 bringu við 2:20.94 og 624 FINA stigum.

Hartil royndi Óli seg í 200 frí, har hann varð nr 7 við 1:50.88 og 719 FINA stigum. Og so vórðu teir báðir nr 8 við liðsvimjingini hjá Hovedstadens Svømmeklub í 4×100 blandað, har Alvi svam bringu og Óli firvald.

Tíðin hjá Óla í 400 frí, var væl undir kravtíðina til EM á stuttgeil í Keypmannahavn í desember, sum er 3:53.36.

Úrslitini síggjast her á livetiming.dk

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.