Alvi gull í 400 frí og blandað á svimjistevnu í Greve

Alvi Hjelm royndi seg nú í vikuskiftinum á GTI Cup í Greve, og megnaði hann har at vinna gull í 400 frí og 400 blandað, umframt bronsu í 100 blandað.

Hartil kvalifiseraði hann seg til Norðurlendsku Meistarastevnuna í Reykjavík hin 1. til 3. desember 2017, við góðum tíðum í 400 frí umframt 200 og 400 blandað.

Einstaklingaúrslit hjá Alva í Greve

  • 200 blandað 2:05.64 og nr 4 (NM-kravtíð 2:08.23)
  • 400 frí 3:57.76 og gull (NM-kravtíð 4:06.57)
  • 400 blandað 4:25.55 og gull (NM-kravtíð 4:33.81)
  • 100 blandað 59.86 og bronsu (NM-kravtíð 59.14)

Magnus Jákupsson royndi seg eisini á hesi stevnu, og vann har gull í 50 og 100 rygg, 50 firvald og 100 blandað. Tíðirnar hjá honum eru tó ikki viðkomandi fyri føroysku landsliðini, við tað at hann hevur danskan svimjitjóðskap.

Óli Mortensen er sum skilst á hæddarlegu, og luttók tí ikki á stevnuni í Greve.

Sí úrslitalistarnar her á livetiming.dk

Ger viðmerking