Para-HM í Mexico útsett vegna jarðskjálvta

Lesið her á paralympic.org:  Vegna oyðileggjandi jarðskjálvtan í Mexico býi í gjár, hevur IPC valt at útseta HM í vektlyfting og svimjing, sum annars skuldi byrja nú 30. september 2017.

Teir báðir bygningarnir fingu eftir øllum at døma bara lítlan skaða, sum skulu hýsa svimjing og vektlyfting. Men, har má gerast ein fullfíggjað kanning av teimum, og hartil eru nøkur av hotellunum illa farin.

Hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at IPC hevur verið noytt at útseta eina slíka stevnu.

Ger viðmerking