Væleydnaður norðurlendskur fundur í Koltri

Svimjisamband Føroya var herfyri vertur fyri árliga fundinum hjá Nordic Life Saving Group, og valdi tá heldur serstakt at hava fundin í Koltri. Hetta var fyrstu ferð at ein slík ráðstevna hevur verið fyriskipað í Koltri, og gjørdist tað ein ógloymandi túrur hjá øllum luttakarum.

Nordic Life Saving Group er felagsskapurin hjá norðurlendsku lívbjargingarsambondunum í Íslandi, Danmark, Noregi, Svøríki, Finnlandi, Estlandi og Føroyum. Summi av hesum sambondum hava tilknýti til (kapp)svimjisambandið í sama landi, meðan onnur eru sjálvstøðugir felagsskapir.

Ársfundurin gongur uppá skift ímillum londini, og var tað so okkara túrur hesuferð, at skipa fyri honum í Føroyum. Og við tað at okkara primus motor innanfyri lívbjarging, Sørin Djurhuus, hevur røtur í Koltri, so valdi SSF at royna hetta.

Sjálvur fundurin varð hildin Niðri í húsi, sum eru partur av tí forna men nýrenoveraða býlinginum Heima í húsi. Har búðu eisini summir av luttakarunum, meðan aðrir búðu í bóndahúsunum Norðuri í Gerði. Galladøgurðin varð hildin í roykstovuni Uppi í búð, við moldgólvi og øllum.

Á fundunum kom sjálvsagt nógv áhugavert fram, so sum úrslit frá átøkum til at fáa fleiri at nýta bjargingarvest, og til sum heild at økja um trygdina nær vatni. Hinir felagsskapirnir virka her í stóran mun við strond, heldur enn í svimjihyli, sum er eitt øki sum SSF ikki hildið seg kunna átaka sær enn.

Veðrið var av tí fagrasta, og lá tað tí eisini ræði fyri at fara túr niðan til Eiðisdammin og upp á Kolturshamar. Eisini svumu summi á sandinum, sjálvsagt við lívbjargara á vakt.

Svimjisambandið ynskir at takka øllum teimum sum stuðlað hava hesum tiltaki, til dømis Hiddenfjord við einastandandi góðum laksi, Fønix við lummalyktum til at ganga ímillum við í myrkrinum, bóndahjúnunum í Koltri fyri innivist og vælvild, umframt høvuðsstuðlum okkara LÍV og Atlantic Airways.

Vegna lívbjargingarátak SSF

Rókur í Jákupsstovu

PS. Her eru nakrar myndir frá ferðini til Kolturs. Filmur kemur seinni.

Ger viðmerking