Paralympics skerjir svimjigreinarnar til Tokyo 2020

Altjóða paralympiska nevndin kunngjørdi í gjár ætlaða talið av ítróttarfólkum og -greinum til Tokyo 2020, at tilsamans verða 4400 íðkarar og 537 heiðursmerkjagreinir í 22 ítróttum. Hetta er umleið somu tøl sum í Rio 2016, har tey vóru tilsamans 4328 íðkarar í 528 heiðursmerkjagreinum, men innanhýsis flytingar gera tó at svimjing fer frá 152 til 146 heiðursmerkjagreinir.

Akkurát hvørjar greinar sum verða skerdar, verður ikki kunngjørt fyrr enn fullfíggjaða kappingarskráin fyri Tokyo 2020 verður kunngjørd, ímóti endanum av 2017. Men ein ábending er tó útmeldingin frá IPC-forsetanum Sir Philip Craven, at “In determining the final Tokyo 2020 programme we wanted to increase the number of slots for female athletes and athletes with high support needs.”

Lesið t.d. British Swimming og Paralympic.org

Ger viðmerking