Óli 15:37.77 í 1500 frí á HM 2017

So bragdaði endiliga av álvara, her á HeimsMeistarastevnuni 2017 í Budapest. Óli Mortensen 15:37.77 og persónligt met í 1500 frí, í mun til hansara 15:38.41 frá Danish Open 2016.

Hetta er nógv skjótari enn hansara annars besta tíð í ár, sum er 15:45.66 frá tá ið hann vann gull í hesum teini á Danish Open 2017, og tíðin frá 2016 var eisini imponerandi, frá tá ið hann bronsu og svam undir OL-kravtíð á Danish Open 2016.

Vit kenna ikki enn OL-kravtíðina til Tokyo í 2020, og danir brúka hartil í heilum at herða tær í mun til kravtíðirnar frá FINA.

Hendan tíðin nú er mest sannlíkt ikki nóg skjót til at hann tá einaferð kann svimja seg á danska OL-landsliðið; tann tíðin var t.d. 15:07.53 til OL 2016 í Rio de Janeiro.

Men, gott at síggja at Óli er á røttu leið !

Ger viðmerking