Føroyar 4:10.29 í 4×100 blandað á HM 2017

Føroysku HM-svimjararnir royndu seg í morgun sum lið, tá ið innleiðandi riðlarnir vórðu avgreiddir í 4×100 blandað fyri mix-lið. Eitt jaligt upplivilsi fyri føroyingarnar, sum við tíðini 4:10.29 endaðu sum nr 19 av 31 tilmeldaðum liðum.

Mix-lið er ein rímiliga nýggj uppfinning í svimjing, har hvørt lið skal umfata tveir svimjarar av hvørjum kyni. Føroyar hava ongantíð fyrr luttikið í liðsvimjing á HM, men lá tað nú rímiliga væl fyri í mun til teir svimjarar sum eru við til HM 2017 í Budapest, og varð tað tí avgjørt at royna tað, kanska mest til stuttleikar.

At føroyingarnir so sluppu at royna seg í sama riðli sum ungarar, gjørdi ikki upplivingina verri, við tað at áskoðararnir í Budapest eru sera raskir at heppa uppá serliga sínu egnu, eisini um morgunin.

Og tað sást kanska eisini aftur í splitt-tíðunum, at allir fýra føroyingar løgdu hart út til sínar hundrað metrar, fyri so at møðast meira ella minni ímóti endanum. Men tað var alt við einum smíli, og við einum sera heiðurligum innsatsi eisini.

Splitt-tíðir hjá føroyingunum

  • Signhild Joensen (100 rygg) – 30.65 og 33.45 – 1:04.10
    (føroyska metið hjá Signhild er 1:03.38)
  • Róland Toftum (100 bringu) – 29.75 og 36.88 – 1:06.63
    (føroyska metið hjá Rólandi er 1:05.35)
  • Óli Mortensen (100 firvald) – 27.11 og 31.51 – 58.62
    (persónliga metið hjá Óla er 58.04)
  • Sára R. Nysted (100 frí) – 29.21 og 31.73 – 1:00.94
    (føroyska metið hjá Sáru er 58.67)

úrslitalistan her

Tað sigur eisini rættiliga nógv um avrikið hjá føroyingunum, at samlaða tíðin 4:10.29 er betri enn skrásettu føroysku metini og landsliðmetini í 4×100 blandað, bæði hjá monnum og kvinnum. Har er besta tíðin yvirhøvur 4:12.18, hjá monnum í Suðuroyar Svimjifelag frá FM á langgeil 2016.

Í morgin skal eingin føroyskur svimjari royna seg, og verður tað tí bara til nakað av venjing, umframt at fara ein túr niðan á heyggjarnar at hyggja útyvir Budapest, og kanska fara ein túr við serligu FINA-bátunum eisini.

Stemningurin er útmerkaður í føroyska liðnum, hóast úrslitini kanska ikki hava verið heilt so góð sum ætlað. Tað er eitt kempi upplivilsi at vera til hesa stevnu, við hesum imponerandi flottu umstøðum, og fullsettari høll við 12.000 væluppløgdum áskoðarum, bæði til innleiðandi riðlar og finalur. Svimjararnir eru fokuseraðir, og læra.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.