Varlig byrjan uppá HM í svimjing 2017

Heimsmeistarastevnan í svimjing á langgeil byrjaði í dag, har eisini føroyingar kappaðust. Hendan fyrsta royndin var eitt sindur trilvandi hjá okkara svimjarum, uttan at tað tó hevur skalað stemningin ella kappingarhugin í føroysku leguni.

Fyrst var tað Sára R. Nysted sum royndi seg í 200 metra blandaðari svimjing, í innleiðandi riðlunum í morgun. Hon var tilmeldað við 2:22.02 frá EM í London 2016, men svam rættiliga væl frá hesi tíðini nú í Budapest, 2:26.48 og eitt 32. pláss av 36 luttakandi. Sára eigur føroyska metið á 2:20.41 frá RIG 2016.

Síðani royndi Róland Toftum seg í 100 bringu, við tilmeldingartíð 1:05.35 frá Danish Open í apríl mánaða, sum er føroyskt met. Tað sá heilt gott út fyrstu 50, áðrenn hann dragnaði í so nógv teir síðstu metrarnar, til úrslit 1:07.22 og eitt 63. pláss millum teir 73 luttakandi.

Sára skal royna seg í 400 blandað næsta sunnudag, og Róland í 50 bringu nú týsdagin. Í morgin er Signhild Joensen einsamallur føroyskur luttakari, tá ið hon skal royna seg í 100 metra ryggsvimjing, við 42. bestu tilmeldingartíð av 60 luttakandi.

Annars er tað at siga um HM í Budapest, at stevnan er heilt einastandandi væl fyriskipað, umframt at ungarar vísa ítróttinum stóran ans. Longu tíðliga í morgun var høllin nærum fullsett, við væl uppløgdum áskoðarum, og var tað so aftur nógv ógvusligari til finalurnar í kvøld. Og hetta sæst so aftur aftur í kappingini.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.