Ólavsøkusvimjing 28. juli 2017 aftaná kappróðurin

HETTA ER EITT OPIÐ TILTAK – ØLL ERU VÆLKOMIN !!!

Vit vilja hava so nógvar luttakarar, sum gjørligt. Dugir tú at svimja og eigur ella kanst læna eina drakt, so er ikki at halda teg aftur. Hetta er ein fínur teinur fyri óroynd.

Tilmelding o.a.

Tilmelding til svimjingina á ólavsøku fer fram í seinasta lagi 25. juli við at flyta kr. 200,- á kontu hjá Havnar Svimjifelag 9181-1851103. Viðmerk NAVN á svimjara og FØÐIÁR. Vit skulu brúka føðiárið til at bólkabýta úrslitið.

Kunning um trygd vm. og samleikaprógv

Í svimjihøllini í Gundadali 27/7 kl. 20.30 verður kunning (Um høvuðsinngongdin er stongd, fara vit inn gjøgnum síðudyrnar). Samleikaprógv, ið geva atgongd til kappróðrarøkið, verða latin tilmeldaðum luttakarum.

Skiftiumstøður

Til ber at skifta í hølum hjá Smyril Line Cargo frá kl. 15.00. Tá ið svimjingin er liðug, sleppa vit at spula draktirnar har. Vaktir vera við hurðina til tiltakið er liðugt, so klæðini eru trygg og vit sleppa altíð inn.

Kapping

Kappingin er skipað í seks bólkar:

  • Kvinnur Opin bólkur
  • Kvinnur Masters – kvinnur, sum eru 25 ár og eldri
  • Kvinnur Masters – kvinnur, sum eru 50 ár og eldri
  • Menn Opin bólkur
  • Menn Masters – menn sum eru 25 ár og eldri
  • Menn Masters – menn sum eru 50 ár og eldri

Hóast svimjingin verður bólkað sum kapping, so verður dentur lagdur á, at hetta er eitt tiltak fyri øll, ið duga og dáma at svimja – um tað er fyri at kappast ella ei. Høvuðsendamálið er at luttaka, at røkka málinum og fáa eitt gott upplivilsi.

Svimjing

Svomið verður frá rampuni ytst á Molanum og inn í Krókin við Havnarskrivstovuna. Svimjarar skulu ganga út á endan á Molanum og vera har í seinasta lagi tá ið triðseinasti róður byrjar. Startað verður í sjónum. Málið er stigin á rampuni í Krókinum – longst til høgru, tá ið tú kemur svimjandi. Teinurin, ið svomin verður er 400 metrar.

Trygd og ábyrgd

Lækni, sjúkrasystrar og hjálparfólk eru á landi og í bátum. Tey eru í HS eyðkennisvestum. Bátar tryggja, at óviðkomandi bátar verða hildnir vekk.
Hóast vit seta trygdina í hásæti, so eru viðurskiftir á sjónum, ið vit ikki fáa stýrt, og sum kunnu vera vandamikil. T.d. kemur fyri, at bátar sigla skjótari enn loyvt er og harvið gera stórar aldur. Neyðugt er tí, at hvør einstakur syrgir fyri at hava nóg stóra frástøðu til keiina. Umráðandi er, í heila tikið, at vera umhugsin á sjónum.

Tá tú velur at luttaka, so gert tú tað undir egnari ábyrgd. Fært tú skaða í hesum sambandi, so taka vit sostatt ikki ábyrgd av skaðanum.

Steypa- og heiðursmerkjahandan og annað

Steyp og heiðursmerkir verða handað so skjótt sum úrslitið fyriliggur. Tá verða eisini bjór, vatn og okkurt sterkari.

Ólavsøkusvimjingin úr einum søguligum sjónarhorni

Við ólavsøkusvimjingini í 2010 tók Havnar Svimjifelag upp aftur gamla siðvenju. Fyrstu ferð fyriskipað kappsvimjing var á sjónum á ólavsøku var í 1912. Fram til 1934, tá ið fyrsti hylurin í Gundadali stóð liðugur, varð av og á svomið kapp á sjónum á ólavsøku. Tá ið hesin fyrsti hylurin varð niðurlagdur í 1949 og fram til 1961, tá ið nýggi hylurin í Gundadali stóð liðugur, hevði Havnin ongan hyl. Í 1951 varð tí aftur farið á sjógv at svimja kapp. Seinastu ferð, áðrenn 2010, fyriskipað kappsvimjing var á sjónumn á ólavsøku var á Vestaru Vág í 1954.

HAVNAR SVIMJIFELAG

Ger viðmerking