​Havnar Svimjifelag hevur sett nýggjan høvuðsvenjara

Havnar Svimjifelag hevur gjørt sáttmála við 32 ára gamla ukrainan Oleksii Ilchenko, sum í løtuni er búsitandi í Texas í USA. Nýggi høvuðsvenjarin hevur m.a. “Master í Sports Management, Administration and Coaching” frá Henderson State University í Arkansas frá 2017.

Oleksii er uppvaksin í Ukraina, har hann var elitusvimjari og fleirfaldur junior- og seniormeistari. Svimjingin varð eisini hansara atgongumerki til útbúgving í USA, hagar hann flutti við fullum scholarship í 2008. Hann er giftur russisku Irinu, og saman eiga tey tvey ára gomlu Annu og eitt ára gamla Artemii.

Oleksii var partur av ukrainska landsliðsvenjaratoyminum frá 2012-2015, har hann, umframt at vera Commercial Director, serliga tók sær av tí teknisku venjingini. Í hesum tíðarskeiði vunnu ukrainar sjey heims- og Evropameistaraheitir, ellivu junior Evropameistaraheitir umframt onnur altjóða heiðursmerkir. Oleksii hevur í hesum sambandi eisini verið við til at vant olympiskar svimjarar. Av hesum er kanska serliga vert at nevna russiska ryggsvimjaran og tvífalda bronsuvinnaran Arkadiy Vyatchanin. Umframt hetta hevur Oleksii eisini royndir við at skipa ítróttarfeløg. Síðan 2015 hevur Oleksii verið “Assistant Swim Coach/Recruiting Coordinator” á Henderson State University.

Oleksii, ið umframt ukrainskt, russiskt, pólskt og týskt, eisini tosar flótandi enskt, sigur: “I am genuinely excited to become a new Head Swim Coach of the Torshavn Swim Club, and I honestly believe that I can contribute exceptional experience, excellent knowledge, and fresh breath into its development.”

Familjan flytir við honum til Føroya, og hetta verður í løtuni fyriskipað. Nýggi høvuðsvenjarin byrjar í starvinum skjótast gjørligt.

Takið væl ímóti Oleksii og familjuni.

Nevndin, Havnar Svimjifelag

One thought on “​Havnar Svimjifelag hevur sett nýggjan høvuðsvenjara”

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.