HM á stuttgeil verður í Kazan í 2022 og Budapest í 2024

Altjóða svimjisambandið FINA samtykti í morgun at lata vertsskapin fyri heimsmeistarastevnuna á stuttgeil til Kazan í Russlandi í 2022, og til Budapest í Ungarn í 2024. Hetta í kapping við Taipei og Hong Kong, sum eisini ætlaðu sær hesar meistarastevnur. Lesið her á fina.org

Kazan og Budapest eru báðir býir sum eru vælkendir innan svimjing, nú heimsmeistarastevnan á langgeil 2017 er í Budapest í hesum døgum, og heimsmeistarastevnan á langgeil 2015 var í Kazan. HM eru skiftivís á langgeil og stuttgeil, á langgeil ólíka ár og á stuttgeil líka ár.

  • HM 2015 – Kazan, Russland
  • HMS 2016 – Windsor, Kanada
  • HM 2017 – Budapest, Ungarn
  • HMS 2018 – Hangzhou, Kina
  • HM 2019 – Gwangju, Suðurkorea
  • HMS 2020 – Abu Dhabi, UAE
  • HM 2021 – Fukuoka, Japan
  • HMS 2022 – Kazan, Russland
  • HM 2023 – Doha, Katar
  • HMS 2024 – Budapest, Ungarn

 

 

Ger viðmerking