HM-svimjararnir á venjingarlegu á Mallorca

Sum liður í fyrireikingunum til HM 2017, eru HM-liðið hjá Føroyum í hesum døgum á venjingarlegu á Mallorca, at venja fram til tey hin 21. juli fara til heimsmeistarastevnuna í Budapest.

Óli Mortensen og venjari Øyvind Røsland fóru til Mallorca longu mánadagin, sum DM á langgeil var liðugt, meðan Signhild Joensen, Sára Ryggshamar Nysted, Róland Toftum og venjari Juan Jaime Arroyo Toledo nú mikumorgunin flugu beinleiðis við Atlantic Airways úr Føroyum.

Talan er um venjingarlegu sum Øyvind Røsland saman við Svimjisambandi Føroya og Norsk Svømmeforbund hevur fingið í lag, soleiðis at føroyingarnir kunnu venja saman við norska landsliðnum, ið eisini fyrireikar seg til HM. Øyvind hevur konu sína við á Mallorca, ið hevur játtað at vera okkara kvinnuligi leiðari hjá liðnum.

Sum skilst so er veðrið sera gott har suðuri í hesum døgum, um ikki ov gott.

Vant verður uttandura, har á BEST Swim Centre Mallorca, ið er depil hjá fyrrverandi bretskum OL-svimjarum, ið hevur sum sergrein at skipa fyri venjingarlegum fyri svimjarum og triatletum.

Øyvind Korsnes Røsland eigur myndina

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.