FINA og Deltatre lansera FINAtv, at stroyma m.a. alt frá HM 2017

FINA kunnger her eina nýggja útgávu av FINAtv, sum fer at stroyma millum annað HM í Budapest, HM fyri juniorar og World Cup stevnurnar í heyst.

Talan er um eina haldaratænastu, har tú nú kanst gjalda 20 evrur (~150 kr) fyri at síggja alt frá HM í Budapest 2017, ella 40 evrur (~300 kr) fyri at síggja alt ið sent verður hetta komandi árið.

Tænastan er sperrað í ávísum londum, sum tó ikki umfata Føroyar.

Tey siga seg fara at stroyma alt frá HM 2017, íroknað innleiðandi riðlar, við møguleika fyri at hyggja at tí eisini aftaná at tað er stroymað.

Til ber at royna fyrstu tríggjar dagarnar fyri einki, og er tað serliga viðkomandi nú HM 2017 verður sett í morgin, fríggjadagin hin 14. juli, við stórslignari framførslu á Donau-ánni nær kendu ketubrúnni í Budapest.

Ger viðmerking