Frans og Óli gull og bronsu í 400 frí á DM 2017

Teir báðir Frans Johannessen og Óli Mortensen vunnu ávikavíst gull og bronsu, tá ið finalan í 400 metra frísvimjing varð avgreitt í kvøld á Donsku Meistarastevnuni á langgeil 2017. Frans svam 3:59.48 og Óli 4:01.63, og í millum teir var so Joan Casanovas á 3:59.75. Sí úrslitalistan her.

Óli Mortensen og Alvi Hjelm royndu seg hartil sum partur av 4×200 frí liðsvimjingini hjá Hovedstadens Svømmeklub, og vórðu har nummar 6 við tíðini 7:55.38, har Óli svam fyrstu 200 við tíðini 1:57.21, og Alvi síðani næstu við 1:57.16. Sí úrslitalistan her.

Ger viðmerking