Óli, Alvi og Magnus í finalur á DM 2017

Danska Meistarastevnan á langgeil byrjaði við innleiðandi riðlum í morgun, har eisini føroyskir svimjarar og svimjarar av føroyskum uppruna gjørdu vart við seg. Alvi Hjelm svam seg í A-finalu við fjórbestu tíð í 400 blandað, meðan Magnus Jákupsson svam seg í A-finalu við bestu tíð í 50 rygg.  Hartil er Óli Mortensen í finaluni í 1500 frí, við bestu tilmeldingartíð av øllum.

Ger viðmerking