Gull til Óla og Magnus á DM 2017

Teir báðir Óli Mortensen og Magnus Jákupsson megnaðu at vinna hvørt sítt gullheiðursmerki, nú fyrstu finalur vórðu avgreidddar á Donsku Meistarastevnuni á langgeil 2017.

DML2017-1500-Oli-gull
Óli Mortensen danskur meistari í 1500 frí. Jákup Jacobsen eigur myndina

Óli Mortensen vann gull í 1500 frí, við tíðini 15:58.11 frammanfyri Mads Holm á 16:02.14 og Joan Casanovas á 16:09.55. ‘Fun fact’, so var tíðin hjá Óla nú skjótari á langgeil enn hansara 15:59.77 á stuttgeil, frá tá ið hann í síðstu viku vann gull á Oyggjaleikum.

DML2017-50rygg-Magnus-gull
Magnus Jàkupsson danskur meistari í 50 rygg. Jákup Jacobsen eigur myndina

Magnus Jákupsson vann gull í 50 rygg, við tíðini 25.94 frammanfyri Tobias B. Bjerg á 26.59 og Andreas Kaas Elmgreen á 26.90. Magnus eigur danska metið í greinini, við tíðini 25.43 frá Danish Open í 2016.

Alvi Hjelm royndi seg eisini í A-finalu í kvøld, og varð har nr 5 í 400 blandað við tíðini 4:34.12. Alvi eigur føroyska metið í greinini, við tíðini 4:30.17 frá Danish Open í 2016.

Ger viðmerking