Upptakt – Fyrsti morgun á Oyggjaleikum 2017

Stutt sagt: Tað sær út til at Føroyar fáa eina góða byrjan uppá Oyggjaleikir 2017, við klárum favorittum í fyrstu kappingum. Óli Mortensen og Marius Gardshodn eru longu kvalifiseraðir til finalupartin seinnapartin, við bestu og næstbestu tilmeldingartíð í 1500 frí.

Skrá, føroysk luttøka og #styrkismeting

  • K1 – 1500 frí menn – Óli Mortensen #1, Marius I. Gardshodn #2
  • K2 – 400 blandað kvinnur – Sára R. Nysted #1
  • K3 – 200 firvald menn – Óli Mortensen #2
  • K4 – 100 firvald kvinnur – Vár E. Eidesgaard #1, Jana B. Thomsen #4
  • K5 – 100 bringa menn – Róland Toftum #1, Rókur Trygvason #3
  • K6 – 50 bringa kvinnur – Ásbjørg Hjelm #4
  • K7 – 50 rygg menn – Marius I. Gardshodn #4
  • K8 – 200 frí kvinnur – Sára R. Nysted #1, Signhild D. Joensen #3
  • K9 – 200 blandað menn – Alvi Hjelm #1, Rókur Trygvason #6
  • K10 – 4×50 frí kvinnur – Føroyar*
  • K11 – 4×50 blandað menn – Føroyar*

*Eingin styrkismeting í liðsvimjing, m.a. tí at Jersey ikki hevur tilm.tíðir her

Sí http://livetiming.se/program.php?cid=3398&session=1

Ger viðmerking