So eru tað Oyggjaleikir 2017

Oyggjaleikirnir á Gotlandi eru nú settir, har svimjistevnan byrjar í morgin árini, við innleiðandi riðlum og finalum í fýra dagar. Útlitini eru rættiliga góð hjá føroyingum, um enn tað er ein eyka avbjóðing, at einans fimm svimjarar sleppa í hvørja finalu.

Startlistin sæst her, ið bendir á at vit fara at fáa fýra góðar dagar í svimjihøllini í Visby, við í øllum førum onkrum heiðursmerki til føroyingar. Við tí stóra fyrivarni, at okkara svimjarar tá enn mugu svimja upp til sínar allarbestu tíðir, og at kappingarneytarnir tá ikki svimja enn skjótari.

Hartil er tað sum sagt ein avbjóðing, at Solbergabadet í Visby einans hevur fimm geilir, í mun til tær vanligu seks á Oyggjaleikum, ella átta sum er altjóða standardurin á EM og HM og líknandi. Undantikið í 800 og 1500 frí, so vinnur tú einans heiðursmerki í finalum, og tí er tað kritiskt at koma so mikið langt.

Hópurin hjá okkum telur 11 svimjarar, umframt tríggjar venjarar, tveir leiðarar og ein fysioterapeut. Fyrireikingarnar hava verið heilt á leið góðar, har vit í vár hava sæð góðar tíðir hjá okkara nú útvaldu, á til dømis FM á stuttgeil í mars mánaða.

Føroyski svimjihópurin í Gotlandi

Svimjarar

  • Vár Erlingsdóttir Eidesgaard (2001), Havnar Svimjifelag
  • Signhild Dánjalsdóttir Joensen (2000), Ægir
  • Sára Ryggshamar Nysted (2001), Suðuroyar Svimjifelag
  • Beinta Poulsdóttir Debes (1997), Havnar Svimjifelag
  • Ásbjørg Hjelm (1999), Ægir
  • Jana Bjartalíð Thomsen (2000), Ægir
  • Marius Ihlen Gardshodn (1998), Havnar Svimjifelag
  • Róland Toftum (1998), Suðuroyar Svimjifelag
  • Rókur Trygvason (2000), Ægir
  • Alvi Hjelm (1996), Ægir
  • Óli Mortensen (1996), Havnar Svimjifelag

Venjarar

  • Jón Bjarnason
  • Rúni Gaardbo
  • Jóannes á Fløtti

Leiðarar

  • Eyðun Húsgarð
  • Randi Holm

Fysioterapeut

  • Thurid Kjærbo

Afturat hópinum er undirritaði formaður í svimjisambandinum, sum fer at royna at kunna so væl sum eg dugi frá stevnuni, við heimasíðuni www.ssf.fo hjá Svimjisambandi Føroya og mínari egnu www.svimjing.com, umframt ígjøgnum føroyskar miðlar.

Úrslitini fara at kunna síggjast beinleiðis her á livetiming.se, umframt heiðursmerkjabýti og so framvegis á islandgames2017results.com. Hartil verður í øllum førum okkurt at síggja á kvf.fo, frá svimjistevnuni í Visby. Og so er har sjálvsagt eisini høvuðssíðan www.islandgames2017.com

Vit gleða okkum !

Við svimjikvøðu,

Rókur

Ger viðmerking