Jonna heiðursmerki eisini 2. dag í Viborg

Jonna Joensen helt áfram at vinna heiðursmerki, tá ið næsti dagur á Spar Nord Viborg Cup varð avgreiddur í dag. Í tíðarrað varð tað til bronsu í 200 rygg við 2:52.99, gull í 100 frí við 1:11.86, silvur í 400 frí við 5:43.68, silvur í 50 rygg við 37.96 og silvur í 50 frí við 32.40. Sí úrslitalistan her.

Tilsamans varð tað altso til eini tvey gullheiðursmerki, 4 silvur heiðursmerki og 2 úr bronsu, hesar báðar dagarnar í Viborg, til hesa ungu damu úr Reysta í Eysturkommunu. Jonna kappaðist fyri tað mesta í aldursbólkinum 2005-2006, men eisini á longru teinunum í aldursbólkinum 2005 og yngri.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.