Óli 3:59.59 í 400 frí á Mare Nostrum í Canet

Óli Mortensen royndi seg nú í morgun í innleiðandi 400 metra frísvimjing á Mare Nostrum stevnuni í Canet-en-Roussillon, og varð har nummar 12 við tíðini 3:59.59. Hetta er triðbesta tíðin hjá Óla í ár, í mun til 3:57.71 á Danish Open í apríl og 3:59.08 á Mare Nostrum stevnuni í Barcelona. Norski Henrik Christiansen var við 3:52.69 skjótastur í innleiðandi, meðan maleisiski Wee Sheng Welson Sim við 3:57.32 var spakuligastur av teimum sum sluppu í A-finaluna. Sí úrslitalistan her.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.