Alvi 4:38.83 í 400 blandað á Mare Nostrum í Canet

Alvi Hjelm royndi seg nú í morgun í innleiðandi 400 metra blandaðari svimjing á Mare Nostrum stevnuni í Canet-en-Roussillon, og varð har nummar 13 við tíðini 4:38.83. Hetta er fimtbesta tíðin hjá Alva í ár, har hansara ársbesta tíð er 4:35.80 frá Danish Open í apríl mánaða. Portugisiski Alexis-Manacas Santos var við 4:26.02 skjótastur í innleiðandi riðlunum, meðan kinesiski Yutian Wang við 4:33.66 var spakuligastur av teimum som sluppu í A-finaluna. Sí úrslitalistan her.

2 thoughts on “Alvi 4:38.83 í 400 blandað á Mare Nostrum í Canet”

Ger viðmerking