Óli og Magnus millum favorittarnar á DM 2017

Danska svimjisambandið skipar fyrst í juli fyri DM á langgeil, har eisini føroyskir svimjarar fara at royna seg. Serliga Óli Mortensen liggur til at vinna heiðursmerkir, við bestu tilmeldingartíð í 800 og 1500 frí, umframt at Magnus Jákupsson hevur bestu tilmeldingartíð í 50 rygg.

Danska Meistarastevnan á langgeil verður 6. til 9. juli 2017, í Bellahøj Svømmestadion í Keypmannahavn. Startlistin er her, har vit millum annað kunnu lesa at:

  • Alvi Hjelm hevur 5. bestu tilmeldingartíð í 400 blandað, og Frans Johannessen 6. bestu
  • Magnus Jákupsson hevur bestu tilmeldingartíð í 50 rygg
  • Óli Mortensen hevur bestu tilmeldingartíð í 1500 frí
  • Frans Johannessen hevur næstbestu tilmeldingartíð í 400 frí, Óli Mortensen 5. bestu og Alvi Hjelm 12. bestu
  • Magnus Jákupsson hevur 6. bestu tilmeldingartíð í 100 firvald
  • Magnus Jákupsson hevur 7. bestu tilmeldingartíð í 50 frí
  • Frans Johannessen hevur 3. bestu tilmeldingartíð í 200 blandað, og Alvi Hjelm 9. bestu
  • Óli Mortensen hevur bestu tilmeldingartíð í 800 frí
  • Frans Johannessen hevur næstbestu tilmeldingartíð í 200 frí, og Óli Mortensen 12. bestu
  • Magnus Jákupsson hevur næstbestu tilmeldingartíð í 100 rygg

Ger viðmerking