Alvi 4:35.85 og nr 3 í B-finaluni í Barcelona

Alvi Hjelm royndi seg nú fyri løtu síðani í B-finaluni í 400 metra blandaðari svimjing á Mare Nostrum stevnuni 2017 í Barcelona, og varð har triðskjótastur av teimum átta luttakandi, við tíðini 3:35.85 sum er eitt vet frá hansara ársbestu tíð á 3:35.80, frá Danish Open í apríl mánaða.

Hetta fer at geva honum eitt 11. pláss á úrslitalistanum í greinini, tá ið A-finalan er avgreitt um nakrar tímar.

Splitt-tíðir hjá Alva, nú í Barcelona í dag

  • í innleiðandi: 1:03.06 – 2:16.11 – 3:36.41 – 4:40.49
  • í B-finaluni: 1:01.92 – 2:14:19 – 3:33.63 – 4:35.85

Alvi eigur føroyska metið á 3:30.17, frá Danish Open í 2016.

Teir báðir Óli eru nú lidnir við Mare Nostrum stevnuni í Barcelona, men fara so aftur at royna seg á Mare Nostrum stevnuni í Canet-en-Roussillon, sum verður nú leygardagin 17. og sunnudag 18. juni 2017.

Ger viðmerking