Óli og Alvi til Mare Nostrum 2017

Teir báðir Óli Mortensen og Alvi Hjelm fara nú í komandi viku at royna seg á Mare Nostrum 2017, fyrst í Barcelona hin 13. og 14. juni og síðani í Canet hin 17. og 18. juni.

Startlistin til stevnuna í Barcelona sæst her, har vit millum annað síggja at Alvi er styrkismettur sum nummar 13 í 400 blandað og nr 25 í 200 blandað, og Óli sum nummar 14 í 1500 metra frí. Óli fer eisini at royna seg í 400 frí, men har er okkurt galið við tilmeldingartíðini á listanum.

Har verður sjónvarpað frá stevnuni, millum annað á katalanska ESport3, umframt við onkrari stroymingsloysn frá amerikansku FloSwimming. Hendan seinna er tó avmarkað til amerikanarar, bretar og avstraliarar.

Startlistin til Canet er eftir øllum at døma ikki klárur enn, men fer Óli har at royna seg í 400 og 800 frí, og Alvi í 200 og 400 blandað. Sí LiveFFN

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.