Ættarliðsskifti á Oyggjaleikum

Fyriskipararnir av Oyggjaleikum 2017 hava nú lagt út úrslitasíðuna fyri leikirnar, har vit millum annað síggja eitt rættiliga stórt ættarliðsskifti í svimjing. Éitt er, at okkara egni Pál Joensen ikki luttekur, men hartil mangla nógvir aðrir av teimum til nú stóru profilunum, sum til dømis Fraser-beiggjarnir av Cayman, Ian Black av Jersey, Andrea Strachan úr Hetlandi og Charlotte Atkinson av Isle of Man.

Her er eitt yvirlit yvir heiðursmerkjavinnarar í einstaklingagreinum á Oyggjaleikum 2015, har eg havi strikað tey út sum ikki fara at luttaka á Oyggjaleikum yvirhøvur. Eg havi ikki hugt at um tey nú luttaka í viðkomandi grein, eisini nú í summar:

Mánadag

  • 1500 frí M – Pál Joensen (Føroyar, Óli Mortensen (Føroyar), Cameron Donaldson (Jersey)
  • 400 blandað K – Sára Nysted (Føroyar), Lara Butler (Cayman), Vár Eidesgaard (Føroyar)
  • 200 firvald M – Felix Gifford (Hetland), Thomas Hollingsworth (Guernsey), Óli Mortensen (Føroyar)
  • 100 firvald K – Charlotte Atkinson (IOM), Olivia Rose Pollard (Jersey), Astrið Foldarskarð (Føroyar)
  • 100 bringa M – Ian Black (Jersey), Pál Joensen (Føroyar), Guy Davies (IOM)
  • 50 bringa K – Andrea Strachan (Hetland), Kara Hanlon (Western), Laura Kinley (IOM)
  • 50 rygg M – Thomas Hollingsworth (Guernsey), Thomas Gallichan (Jersey), Harry Shalaman (Jersey)
  • 200 frí K – Sára Nysted (Føroyar), Gemma Atherley (Jersey), Courtney Butcher (Guernsey)
  • 200 blandað M – Shaune Fraser (Cayman), Pál Joensen (Føroyar), Alvi Hjelm (Føroyar)

Týsdag

  • 800 frí K – Sára Nysted (Føroyar), Vár Eidesgaard (Føroyar), Annalise Munro (Guernsey)
  • 400 blandað M – Pál Joensen (Føroyar), Alvi Hjelm (Føroyar), Cameron Donaldson (Jersey)
  • 200 bringu K – Kara Hanlon (Western), Laura Kinley (IOM), Ásbjørg Hjelm (Føroyar)
  • 100 firvald M – Shaune Fraser (Cayman), Brett Fraser (Cayman), Thomas Hollingsworth (Guernsey)
  • 100 rygg K – Courtney Butcher (Guernsey), Izabella Blacklock (IOW), Lara Butler (Cayman)
  • 50 bringa M – Ian Black (Jersey), Pál Joensen (Føroyar), Guy Davies (IOM)
  • 50 firvald K – Charlotte Atkinson (IOM), Astrið Foldarskarð (Føroyar), Olivia Rose Pollard (Jersey)
  • 200 frí M – Pál Joensen (Føroyar), Thomas Gallichan (Jersey), Óli Mortensen (Føroyar)
  • 200 blandað M – Charlotte Atkinson (IOM), Andrea Strachan (Hetland), Sára Nysted (Føroyar)

Mikudag

  • 100 blandað M – Shaune Fraser (Cayman), Thomas Hollingsworth (Guernsey), Ian Black (Jersey)
  • 400 frí K – Sára Nysted (Føroyar), Gemma Atherley (Jersey), Vár Eidesgaard (Føroyar)
  • 200 rygg M – Thomas Gallichan (Jersey), Alexander McCallum (Cayman), Nathan Corrigan (Jersey)
  • 100 bringu K – Andrea Strachan (Hetland), Kara Hanlon (Western), Laura Kinley (IOM)
  • 100 frí M – Brett Fraser (Cayman), Shaune Fraser (Cayman), Miles Munro (Guernsey)
  • 50 frí K – Charlotte Atkinson (IOM), Andrea Strachan (Hetland), Laura Kinley (IOM)
  • 50 firvald M – Brett Fraser (Cayman), Shaune Fraser (Cayman), Thomas Hollingsworth (Guernsey)
  • 200 rygg K – Courtney Butcher (Guernsey), Lara Butler (Cayman), Signhild Joensen (Føroyar)

Hósdag

  • 100 blandað K – Andrea Strachan (Hetland), Kara Hanlon (Western), Laura Kinley (IOM)
  • 400 frí M – Pál Joensen (Føroyar), Óli Mortensen (Føroyar), Felix Gifford (Hetland)
  • 200 firvald K – Charlotte Atkinson (IOM), Lara Butler (Cayman), Jonna Thomsen (Føroyar)
  • 100 rygg M – Thomas Hollingsworth (Guernsey), Thomas Gallichan (Jersey), Harry Shalaman (Jersey)
  • 100 frí K – Charlotte Atkinson (IOM), Courtney Butcher (Guernsey), Sára Nysted (Føroyar)
  • 50 frí M – Miles Munro (Guernsey), Garth Jackson (Jersey), Eyðbjørn Joensen (Føroyar)
  • 50 rygg K – Kathryn Offer (Western), Courtney Butcher (Guernsey), Izabella Blacklock (IOW)
  • 200 bringu M – Pál Joensen (Føroyar), Guy Davies (IOM), Giovanni Guarino (Jersey)

Har verða altso heilt vist nógvir nýggir heiðursmerkjavinnarar í ymisku greinunum, nú í summar. Og nú verður spennandi at síggja startlistan, til at síggja hvussu skjótt hesi nýggju svimja.

Eitt ógvuliga trist er forrestin, at Bermuda aftur hesuferð ikki luttekur á svimjistevnuni, eins og á Jersey í 2015. Sum skilst so er hetta av fíggjarligum ávum, ella í øllum førum tí at tey nú raðfesta øðrvísi.

Ger viðmerking