IOC góðkent 800 frí fyri menn og 1500 frí fyri kvinnur sum OL-greinar (umframt 4×100 blandað mix)

Altjóða olympiska nevndin IOC kunngjørdi í dag tær ítróttargreinar sum tey hava valt at leggja afturat skránna til OL í Tokyo í 2020, har tað fyri okkum í svimjingini er serliga áhugavert, at 800 metra frí fyri menn og 1500 metra frí fyri kvinnur nú eisini eru OL-greinar, umframt 4×100 blandað fyri mix lið (t.e. liðsvimjing við tveimum kvinnum og tveimum monnum á hvørjum liði).

Harvið er OL-kappingarskráin nú neyvt tann sama hjá monnum og kvinnum í svimjing, í mun til at tað til nú í Rio 2016 var so at menn svumu 1500 og kvinnur 800. Og tað er gott fyri okkum føroyingar, við tað at okkara styrki eftir øllum at døma liggur serliga á hesum longru, seigu teinunum.

Svimjiheimurin hevur tað við at virða serliga OL-greinar høgt, í mun til aðrar greinar, har tað tí ikki altíð verður hildið líka nógv um greinar sum 100 blandað (ið ikki kann svimjast á langgeil, har OL er á langgeil) og 50 metra bringu, rygg, og firvald (við tað at hesar greinar ikki eru OL-greinar).

Vit síggja tí til dømis at Oyggjaleikir og NM/NJM ikki hava 1500 frí fyri kvinnur og 800 frí fyri menn, at NM/NJM hartil ikki hevur 100 blandað (hóast stevnan er á stuttgeil), og at NMU umframt ikki at hava 1500 frí fyri kvinnur og 800 frí fyri menn, heldur ikki hevur nakran 50 metur út yvir í olympisku greinini 50 metra frísvimjing.

Uppískoytið hjá IOC vil tí alt annað líka merkja, at aðrar stevnur nú eisini fara at taka 800 frí fyri menn og 1500 frí fyri kvinnur meira seriøst. Umframt at har er meira pláss fyri langteinarum á olympisku liðunum, longu nú til OL í Tokyo í 2020.

Liðsvimjingar hava til nú ikki verið líka viðkomandi fyri okkum føroyingar, tí at vit hava torført við at manna nóg góð lið út á eisini 3. og 4. svimjara, til at kunna kappast við hini. Men, í hesum sambandi er uppískoyti av mix-lið faktiskt ein hjálp til netupp sovorðin sum okkum, tí at smá lond kanska hava lættari við at finna tvær góðar kvinnur og tveir góðar menn, enn fýra góðar svimjarar av sama kyni.

Photo by Sjaak Kempe

Ger viðmerking