Úrvalsvenjingarlega í Gundadali

Svimjisamband Føroya skipar nú 2. og 3. juni fyri venjingarlegu fyri ungar úrvalssvimjarar, við luttøku úr flestu feløgum. Talan er um svimjarar føddir millum 2002 og 2005.

Tað eru Katrin Sørensen og Rúna í Skála úr landsliðsnevndini sum skipa fyri tiltakinum sum heild, og Jón Bjarnason og Jóannes á Fløtti sum skipa fyri sjálvari venjingini.

Venjingarlegan verður sjálvsagt fyri ein stóran part í svimjihøllini, men tó eisini við onkrum sosialum aktiviteti á turrum, umframt at svimjararnir búgva saman.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.