Sára 2:42.03 og føroyskt met í 200 bringu

FM á langgeil 2017 byrjaði við einum braki, tá ið Sára Ryggshamar úr Suðuroyar Svimjifelag vann fyrstu kapping við stórum nýggjum føroyskum meti og juniormeti, 2:42.03.

Beinta P. Debes úr Havnar Svimjifelag átti føroyska metið á 2:43.22 frá Swim Open Stockholm 2017, og Ásbjørg Hjelm úr Ægir føroyska juniormetið á 2:44.46 frá RIG 2015. Besta tíð hjá Sáru áðrenn hetta, var 2:47.56 frá RIG 2017.

Ger viðmerking