HS masters vunnu 35 heiðursmerki á IMOC 2017

Tey eru nú liðug við íslendsku meistarastevnuni fyri masters 2017, har føroyingar eisini triðja kvøld vunnu sær heiðursmerki. Um eg havi talt rætt, so varð tað til tilsamans 35 heiðursmerki til føroysku svimjararnar.

18274980_613378815520811_5298867290041820858_n
HS masters á IMOC 2017. Jon Hestoy eigur myndina

heiðursmerkjayvirlitið her

í einstaklingakappingum varð tað til tilsamans 19 gull, 8 silvur og 4 bronsur

  • 12 gull, 3 silvur og 1 bronsu í aldursbólkinum 70-74 ár
  • 1 gull og 2 silvur í aldursbólkinum 65-69 ár
  • 6 gull, 3 silvur og 3 bronsur í aldursbólkinum 55-59 ár

og í liðsvimjing til tilsamans 3 gull og 1 bronsu

  • 3 gull og 1 bronsu í aldursbólkinum 240-279 ár

Har er eisini eitt yvirlit yvir mest vinnandi svimjarar, har vit m.a. kunnu lesa at

  • Eyðun Bærentsen vann tilsamans 9 gull í aldursbólkinum 70-74 ár, og Bogi Hansen 1 gull, 2 silvur og 1 bronsu.
  • Jon Hestoy vann tilsamans 3 gull og 2 silvur í aldursbólkinum 55-59 ár, og Aksel Haraldsen 3 gull og 1 bronsu
  • Bergliot Ihlen vann tilsamans 2 gull í aldursbólkinum 70-74 ár
  • Gunnleyg Durhuus vann tilsamans 2 silvur í aldursbólkinum 65-69 ár
  • Liðsvimjingin Aksel Haraldsen, Eyðun Bærentsen, Jon Hestoy og Sámal Olsen vann 2 gull í aldursbólkinum 240-279 ár

Heiðursmerki vunnin hetta síðsta kvøldið í Hafnarfirði

  • Eyðun Bærentsen 53.26 og gull í 50 rygg fyri aldursbólkin 70-74 ár, Aksel Haraldsen 36.31 og gull í somu grein fyri aldursbólkin 55-59 ár
  • Eyðun Bærentsen 3:56.54 og gull í 200 bringu fyri aldursbólkin 70-74 ár
  • Eyðun Bærentsen 1:26.10 og gull í 100 frí fyri aldursbólkin 70-74 ár, Bogi Hansen 1:28.91 og silvur, Jon Hestoy 1:08.33 og silvur í somu grein fyri aldursbólkin 55-59 ár, Aksel Haraldsen 1:08.87 og bronsu
  • Aksel Haraldsen, Eyðun Bærentsen, Jon Hestoy og Sámal Olsen 2:33.00 og gull í 4×50 blandað fyri svimjarar tilsamans 240-279 ár

Øll úrslitini síggjast her á swimrankings.net

Ger viðmerking