Føroyingarnir vinna og vinna í Hafnarfirði

Tey eru í gongd við 2. dag á íslendsku mastersmeistarastevnuni 2017 í Hafnarfirði, har eisini føroyingar royna seg. Og tað gongur upp á stás, við heiðursmerki omaná heiðursmerki til føroysku garparnar.

Eyðun Bærentsen gull í 50 bringu. Jon Hestoy eigur myndina

Heiðursmerki vunnin í Hafnarfirði í morgun

  • Eyðun Bærentsen við 7:18.78 gull í 400 frí fyri aldursbólkin 70-74 ár, Jon Hestoy við 5:25.94 gull í somu grein fyri aldursbólkin 55-59 ár og Sámal Olsen bronsu við 6:14.37
  • Bergliot Ihlen við 55.54 gull í 50 bringu fyri aldursbólkin 70-74 ár, Laila Dam Frandsen við 54.84 gull í somu grein fyri aldursbólkin 65-69 ár og Gunnleyg Durhuus silvur við 57.01, umframt Elin Lindenskov við 1:02.99 silvur í somu grein fyri aldursbólkin 55-59 ár
  • Eyðun Bærentsen við 46.27 gull í 50 bringu fyri aldursbólkin 70-74 ár
  • Eyðun Bærentsen við 2:01.36 gull í 100 rygg fyri aldursbólkin 70-74 ár, Aksel Haraldsen við 1:23.14 gull í somu grein fyri aldursbólkin 55-59 ár
  • Eyðun Bærentsen við 3:15.99 gull í 200 frí fyri aldursbólkin 70-74 ár og Bogi Hansen silvur við 3:21.26, Jon Hestoy við 2:29.28 gull í somu grein fyri aldursbólkin 55-59 ár
  • Aksel Haraldsen, Laila Dam Frandsen, Jon Hestoy og Gunnleyg Durhuus gull í 4×50 blandað fyri svimjarar tilsamans 240-279 ár
Føroyskir heiðursmerkjavinnarar í 50 bringu fyri kvinnur. Jon Hestoy eigur myndina
Eyðun Bærentsen og Aksel Haraldsen gull í 100 rygg. Jon Hestoy eigur myndina
Eyðun Bærentsen og Jon Hestoy gull í 200 frí. Jon Hestoy eigur myndina

Ger viðmerking