Óli millum skjótastu í 800 á Swim Open Stockholm 2017

Tey eru nú komin til fjórða og síðsta dag á Swim Open Stockholm 2017, har tað sum á Danish Open er eydnast føroyingum at koma í finalu allar dagar. Nú seinnapartin er tað Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag sum skal royna seg í skjótasta riðli í 800 metra frísvimjing, við 4. bestu tilmeldingartíð av øllum.

Svimjarnir eru í stóran mun til somu sum fyrradagin royndu seg í 1500 frí, og sær tað út til at raðfylgjandi verður umleið hin sama eisini, at norski Henrik Christiansen er favorittur til at taka gullið, svenski Victor Johansson silvur og ungarski Daniel Dudas bronsu.

Óli svam umleið 10 sekund spakuligari 1500 enn Dudas, og knøpp 3 sekund spakuligari 400 frí, og verður tað tí mest sannlíkt trupult at taka bronsuna frá ungaranum. Hartil svam finski Eeru Piiroinen væl skjótari 400 frí, sum ikki royndi seg í 1500, og kann tað tí væl henda at Óli endar á 5. plássi.

Finalan er nú seinnapartin, við sjónvarping í Eurosport og á swimopenstockholmlive.com. Støðið hevur sum heild verið sera høgt á hesi lutfalsliga nýggju stevnu, har til dømis svenska Sarah Sjöström var bara 10 hundraðpartar frá heimsmetinum í 50 frí í gjár, við næstubestu tíð sum nakrantíð er svomin í greinini.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.