Óli 8:13.52 og nr 4 í 800 frí á Swim Open Stockholm 2017

Óli Mortensen svam seg í áðni til eitt fjórðapláss á Swim Open Stockholm 2017, við tíðini 8:13.52 í 800 metra frísvimjing. Hann varð egentliga nummar 3 í skjótasta riðli, men har var so ein í spakuligaru riðlunum í morgun sum hevði svomið enn skjótari enn tað.

Besta tíð hjá Óla er annars 8:10.94, frá Danish Open 2016. Á Danish Open 2017 herfyri vann hann gull við 8:13.24, sum er so gott sum sama tíð sum her í Stockholm.

Ger viðmerking