Beinta 2:43.22, føroyskt met og í finalu á Swim Open Stockholm 2017

Beinta Poulsdóttir Debes setti í morgun nýtt føroyskt met í 200 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hon í innleiðandi riðlunum á Swim Open Stockholm 2017 svam teinin í tíðini 2:43.20. Hon átti sjálv metið á 2:43.38 frá SuSvim-stevnu í mars mánaða, og er við hesum nýggja meti víðari til C-finalu nú seinnapartin. Beinta svimur fyri Havnar Svimjifelag.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.