Óli í finalu eisini 2. dag á Swim Open Stockholm 2017

Tey eru nú komin til 2. dag av teimum 4 á Swim Open Stockholm 2017, og tað er enn líka hart hjá føroyingum at svimja seg til pláss í finalunum. Men, Óli Mortensen er við tilmeldingartíð 15:46.80 í skjótasta riðli í 1500 frí, við 7. bestu tíð av øllum.

sso17-oli-1500fri-finala

Hann skal svimja ytst úti á geil 1, við norska Erik Årsland Gidskehaug beint innanfyri seg, sum hann vann á í B-finaluni í 400 metra frísvimjing í gjár. Og á miðgeilunum eru so favorittarnir, íroknað polska Wojdak Wojciech og týska Florian Wellbrock sum vunnu ávikavíst gull og bronsu í 400 frí í gjár, og norska Henrik Christiansen sum varð nr 4, og svenska Victor Johansson sum setti svenskt juniormet í 400 frí.

Henrik Christiansen segði fyrradagin við norska TV2, at hann er ógvuliga væl fyri, og væntar at betra seg. Tað varð so ikki í 400 frí, har hann hevði bestu tilmeldingartíð 3:46.37 men endaði sum nr 4 við 3:48.53. Men, hann er best á longstu teinunum, so tað verður kanska nú seinnapartin, har hann aftur hevur bestu tilmeldingartíð av øllum, 14:53.77.

Teir tríggir fremstu hava allir tilmeldingartíð undir 15 minuttir, og vit skulu tí ikki vænta okkum at Óli Mortensen fer at røkka heiðursmerki, í kapping við hesar sum eru í absoluttum heimsklassa. Kappingin er meira um at verja sítt 7. pláss, og kanska ota seg longur upp á listan,  umframt at síggja hvussu hann er fyri í mun til HM-kravtíðirnar hjá FINA og SSF, á 15:44.74 og 15:12.79.

FINA ásetir tvær kravtíðir til hvørja stevnu, til um vit skulu kunna luttaka við einum ella tveimum svimjarum í greinini. Óli svam 15:38.41 á Danish Open 2016, sum er undir kravtíðina og innanfyri kravtíðarskeiðið ásett av FINA og SSF, men kundi óivað hugsað sær at prógva sítt støði eisini nú í 2017. Á Danish Open 2017 var vinnaratíðin hjá honum 15:45.66, einans 0.92 sekund frá HM-kravtíðini.

 

 

Ger viðmerking