Óli og Vár væl gjøgnum fyrstu finalur á Swim Open Stockholm 2017

Tey bæði Óli Mortensen og Vár E. Eidesgaard komu væl ígjøgnum fyrsta finaluumfar á Swim Open Stockholm 2017, nú bæði aftaná innleiðandi lógu til at fáa eitt 9. pláss.

Óli varðveitti sítt 9. pláss í 400 frí, við at svimja 3:59.55 í B-finaluni, í kapping við serliga norska Erik Årsland Gidskehaug, Teir vóru ógvuliga javnir upp til 350 metrar, tá ið Óli átti ein spurt eftir, so at hann svam 3:59.55 og Gidskehaug 4:00.18.

Hjá Vár var tað so tað sum er serligt fyri longstu teinar, tá ið svomið verður við beinleiðis finalum, at hon við 17.38.36 í innleiðandi riðlunum svam skjótari enn tann 8. skjótasta í finaluriðlinum, og tí flutti upp frá einum 9. plássi á pappírinum, til eitt 8. pláss eftir at allir riðlar vóru avgreiddir.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.