Óli í finalu á Swim Open Stockholm 2017

Fyrstu innleiðandi riðlar vórðu avgreiddir á Swim Open Stockholm í dag, har Óli Mortensen megnaði at svimja seg í finalu í 400 metra frísvimjing. Støðið er tó týðiligvís væl hægri í Stokkhólmi nú, enn á Danish Open í farnu viku.

Um vit samanbera til dømis tíðirnar sum tað kravdi at koma í finalu í Stokkhólmi í dag, við tilsvarandi frá Danish Open, so er har týðiligur klassamunur.

Stockholm Swim Open 2017 Danish Open 2017
Grein A-finala B-finala C-finala A-finala B-finala C-finala
M200BR 2:19.87 2:22.95 2:25.60 2:26.74 2:28.81 2:32.80
K200FR 2:03.80 2:06.35 2:07.99 2:04.86 2:08.46 2:09.53
M400FR 3:57.03 4:07.63 4:12.05 4:04.36 4:12.07
K50RY 29.35 30.38 31.04 30.45 31.46 31.84
M200RY 2:03.20 2:09.48 2:13.98 2:11.59 2:14.93 2:19.26
K1500FR 17:16.31 17:58.91
M50FI 24.68 25.03 25.37 25.50 26.06 26.46
K50FI 27.40 28.07 28.38 27.97 28.82 29.23

Um vit taka Óla Mortensen sum dømi, so svam hann seg á Danish Open trygt í A-finalu í 400 frí, við næstbestu tíð av øllum, 4:01.44, fyri síðani við tíðini 3:57.61 í A-finaluni at vinna silvur. Nú í Stokkhólmi svam hann 4:00.13 í innleiðandi, sum hevði rokkið til næstbestu tíð í innleiðandi á Danish Open, og fjórbestu tíð í A-finaluni. Men í Stokkhólmi rakk hendan tíðin á 4:00.13 ‘bara’ til eitt 9. pláss í innleiðandi, og tí akkurát ikki til pláss millum teir 8 í A-finaluni, sum nú seinnapartin fara at kappast um heiðursmerki. Í staðin er hann styrkismettur sum skjótasti svimjari í B-finaluni, har tað ikki ber til at vinna heiðursmerki.

Orsøkin til klassamunin er nokk fyrst og fremst, at tað í nógv størri mun hevur eydnast svium at lokka útlendingar til hesa nýggju stevnuna Swim Open Stockholm, enn tað hevur eydnast dønum at lokka útlendingar til Danish Open.

Og um vit skulu loyva okkum at gita um orsøkina til stóru undirtøkuna, so er ein stórur munur millum hesar stevnur, at sviar lokka við tilsamans 65.000 evrum (umleið 440.000 kr) til heiðursmerkjavinnararnar, í mun til at danir ikki hava nakað tilsvarandi. ‘Money talks’.

Hartil hava sviar væl møguligt eina størri breidd av klassasvimjarum, í mun til danir. Kanska ikki altíð tann allarbesta, men nógvar góðar.

Úrslit hjá føroyingum og føroyskum svimjifeløgum á Swim Open Stockholm 2017 – Dagur 1

  • Alvi Hjelm (1996) 2:27.86 og nr 33 av 101 í 200 bringu
  • Óli Mortensen (1996) 4:00.13 og nr 9 av 89 í 400 frí – víðari til B-finalu
  • Marius I. Gardshodn (1998) 4:15.48 og nr 32 av 89 í 400 frí
  • Johan Dam (2002) 4:21.54 og nr 53 av 89 í 400 frí
  • Maria Antoft (2000) 32.83 og nr 75 av 126 í 50 rygg
  • Hugo Magalhaes (2002) 2:23.38 og nr 59 av 70 í 200 rygg
  • Vár E. Eidesgaard (2001) 30.19 og nr 86 av 200 í 50 firvald
  • Lív E. Eidesgaard (1999) 30.63 og nr 115 av 200 í 50 firvald

Hartil svam Vár. E. Eidesgaard seg til eitt fyribils 9. pláss í 1500 frí, við tíðini 17:38.36. Tann kappingin er tó fyrst avgreidd tá ið skjótasti riðil er svomin í finalupartinum seinnapartin, har tær 8 hava møguleika at svimja skjótari enn Vár, ella enda aftanfyri so at Vár fær eina betri plasering.

2 thoughts on “Óli í finalu á Swim Open Stockholm 2017”

Ger viðmerking