Og føroyingar í finalu eisini fimta dag á Danish Open 2017

So er síðstu innleiðandi riðlar svomnir á Danish Open 2017, og vit kunnu staðfesta at føroyingar gjørdu vart við seg allar fimm dagarnar. Róland Toftum svam seg til føroyskt met, gullnál og A-finalu í 50 bringu, og Signhild Joensen svam seg til føroyskt met, HM-kravtíð og A-finalu í 200 rygg.

Føroyingar í finalu á Danish Open 2017 – Dagur 5

  • Frans Johannessen (1992) 1:52.90 og nr 5 í 200 frí – víðari til A-finalu
  • Sára R. Nysted (2001) 4:35.53 og nr 16 í 400 frí – víðari til B-finalu men hevur meldað frá
  • Magnus Jákupsson (1994) 56.12 og nr 3 í 100 firvald – víðari til A-finalu
  • Róland Toftum (1998) 29.50, føroyskt met, gullnál og nr 5 í 50 bringu – víðari til A-finalu
  • Signhild Joensen (2000) 2:15.69, føroyskt met og juniormet, HM-kravtíð og nr 1 í 200 rygg – víðari til A-finalu

Ger viðmerking